Í blaðnum í gjár skrivaðu vit, at Dia Midjord sum einasti føroyski venjarin hevur EHF-venjaraprógv. Hetta er tó ikki heilt rætt. Dia hevur diplomvenjaraprógv, sum er hægsta danska venjaraútbúgvingin. Hartil er hann í løtuni í ferð við at taka EHF-prógv, sum er ein hálvt annað ára long venjaraútbúgving.