Dia skal tryggja trúðvirðið

Stýrisformaðurin hjá Kringvarpinum hevur kravt, at stjórin setir í verk mannagongdir, sum kunnu endurskapa trúðvirðið hjá stovninum

 

Tað mesta av seinnapartinum hevur stýrið fyri Kringvarpið fundast við Kringvarpsstjóran um íkomnu støðuna, nú stjórin, tíðindaleiðarin og ein tíðindamaður eru dømd fyri ærumeiðing.

 

Við Kringvarpið í kvøld sigur Rúni Heinesen, at stýrið fyrst og fremst hevur fokus á trúðvirðinum hjá stovninum.

 

- Hóast dómurin er kærdur, so hava vit avgjørt, at stjórin (Dia Midjord, blðm.) nú skal skipa neyðugar mannagongdir og fremja tær broytingar, sum skulu til, fyri at tryggja trúðvirðið hjá Kringvarpinum, segði Rúni Heinesen.

 

Hann segði víðari, at eingin tíðarfreist er sett á, hvussu langa tíð stjórin hevur at fremja hesar broytingar, men hann staðfesti tó, at stýrið væntar eina afturmelding innan heilt fáar vikur.

 

Tað hevur verið róð framundir, at tíðindafólkini eiga at suspenderast, meðan málið framvegis koyrir, men hetta vildi stýrisformaðurin ikki gera viðmerkingar til.

 

- Stýrið agerar mótvegis stjóranum. Vit kunnu ikki leggja okkum út í starvsfólkaviðurskiftir á stovninum, var greiða svarið frá formanninum.