Malurt var heitasta navnið innan danskan rocktónleik í áttatiárunum. Michael Falch stóð á odda, men aftanfyri seg hevði hann millum aðrar ein føroying, nevniliga Dia Nielsen, ið leikti bass.
Tá Falch herfyri hevði konsert, fór baktjaldið upp, tá seinasta lagið skuldi spælast, og aftanfyri tjaldið stóðu gomlu vinmenninir úr Malurt klárir við ljóðførum sínum. Áhoyrarafjøldin var fegin og bilsin, tí ber hetta kanska boð um, at Malurt verður aftur at hoyra í komandi tíðum?
Við Ekstrablaðið sigur Michael Falch, at bólkurin komandi ár ætlar á pall afur. Hugskotið kom, tá vinmenninir úr Malurt saman vóru til eina konsert við Rolling Stones.
Falch sigur, at Malurt ætlar sær at vera væl fyri, í góðari venjing bæði so og so, tí talan skal ikki vera um nakað nýtt og slóðbrótandi, men hinvegin skal hetta heldur ikki vera gamlir, slitnir menn, ið neyðarsliga framføra gamalt tilfar. Falch sigur, at bólkurin hinvegin verður noyddur at spæla tilfarið betri, enn teir gjørdu í gomlum døgum, um hugskotið um komandi framførslur skal eydnast.
Søgan sigur annars, at Dia Nielsen meira ella minni av tilvild gjørdist bassleikari í einum av størstu rockbólkunum í Danmark. Hann var farin til Danmarkar at lesa, og fekst eisini nógv við myndatøku. Hann og fotafelag, sum hann var limur í, komu í samband við Michael Falch og bólk hansara, og skuldu taka myndir av bólkinum. Samstarvið gjørdist tætt við bólkin, og eitt kvøld blakaði Falch bassin, og spældi í staðin guitar. Dia Nielsen fekk bassin, og restin er søga.
Heima í Føroyum hevði Dia Nielsen í sjeytiárunum eittnú spælt við eysturoyarbólkinum Cosmos Factory.
Á myndini omanfyri sæst Dia Nielsen í reyðum kolli, høgrumegin Michael Falch.











