Dia og Katrin á odda í grand prix kappingini

Svimjing: Fyrsta grand prix svimjikappingin hevur verið í Vági um vikuskiftið

Stór svimjikapping var í Vági um vikuskiftið. Luttakandi feløgini vóru Ægir, Fuglafjarðar Svimjifelag, Tvøroyrar Svimjifelag og Havnar Svimjifelag.

Kappingin var fyrsta grand prix kappingin av sínum slag í ár.

Úrslitið av kappingini var, at Havnar Svimjifelag so ruddiliga vísti, at tað er so nógv tað sterkasta svimjifelag í landinum. Havnarfelagið fekk ikki færri enn 27 sigrar úr 38 kappingum og tað er ikki smávegis. Harafturat fekk Havnar Svimjifelag 24 annaðpláss og 23 triðjapláss.

Nummar tvey í kappingini gjørdist Tvøroyrar Svimjifelag við 8 sigrum og 4 øðrum plássum. Nummar 3 gjørdist Fuglafjarðar Svimjifelag við 2 sigrum og 3 øðrum plássum, meðan Ægir gjørdist nummar fýra og seinast við einum øðrum plássi og 3 triðjaplássum.


Dia og Katrin

eru fremst

Nú fyrsta kappingin er av ber til at gera støðuna upp, og hon sigur, at tað eru Dia Jacobsen og Katrin Sørensen, sum eru á odda í grand prix kappingini. Dia Jacobsen er á odda hjá monnum við 717 stigum fyri 100 m blandað við tíðini 1.02,3, meðan Katrin Sørensen er fremst hjá kvinnum við 625 stigum fyri 100m blandað við tíðini 1.13,7.