Dia Nielsen og Malurt á danskan festival

Í áttatiárunum var føroyingurin Dia Nielsen partur av danska bólkinum Malurt, sum tá var størsta navnið í donskum rocktónleiki.

Í nítiárunum var bólkurin á palli onkutíð, men seinnu mongu árini hevur verið stilt kring bólkin. Men bólkurin hevur boðað frá konsertferð í 2020.

Dia Nielsen av Skálafjørðinum leikar bass í bólkinum, sum nú aftur ætlar sær á pall.

Ein danskur festivalur hevur havt eydnu at fáa Malurt á lepan, og tað er Nibe Festivalurin. Malurt er ovast á lepanum saman við Lukas Graham.

Síðani byrjanina í 1977 hevur Michael Falch staðið á odda í Malurt. Manningin hevur skift eitt sindur, men tað verður manningin, sum var við til at innspæla útgávuna Black-out frá 1982, sum nú aftur fer at royna seg.

Manningin er henda: 

Michael Falch, sang og guitar, trummuleikari er Peter Mors, bassleikari er Dia Nielsen, tangentar spælir Pete Repete og guitarleikari er Christian Arendt.

Malurt hevur áður verið á palli á Nibe Festival í 1991 og 1992.

Á myndini sæst Dia Nielsen í reyðari alpuhúgvu