Dia Midjord skal stýra útvarpstíðindunum

Dia Midjord, tíðindamaður, er settur í starvið sum redaksjónsleiðari á tíðindaredaksjónini í útvarpinum.

Tað boðar Kringvarpið frá á síni heimasíðu.

Hann tekur við starvinum 1. juli.

Dia Midjord avloysir Beintu Løwe Jacobsen, sum nú fer aftur í starv sum tiðindafólk í Kringvarpinum.

Dia Midjord verður fjórði tíðindaleiðarin í útvarpinum, síðani Annika Mittún tók við sum kringvarpsstjóri í 2008.

Fyrsti tíðindaleiðarin æt Jón Brian Hvidtfeldt, men hann noyddist at fara frá eftir ósemju við leiðsluna.

Síðani varð Óluva Zachariassen sett sum fyribils redaksjónsleiðari, meðan Kári Durhuus varð settur sum tíðindaleiðari fyri bæði útvarp og sjónvarp.

Seinastu mánaðirnar hevur Beinta Løwe Jacobsen røkt starvið sum redaksjónsleiðari í útvarpinum fyribils.

Nú hevur Dia Midjord so tikið við.

Dia Midjord hevur starvast í Útvarpinum, síðani hann í 2000 varð útbúgvin journalistur í Noregi.