Kringvarpið skal hava ein nýggjan stjóra. Tað veit útvarpið hjá kringvarpinum at siga í dag.
Í næstum skal Kringvarpið søkja eftir nýggjum stjóra. Hetta tí, at stjórar í Kringvarpinum eru áramálssettir og, tá ið nýggjur stjóri verður settur 1. august í ár, hevur Dia Midjord siti í fimm ár sum stjóri.
Dia Midjord hevur, sambært kringvarpinum, boðað kringvarpsstýrinum frá, at hann takkar fyri seg, tá ið hansara tíð er úti á hesum sinni. Sostatt hevur hann ikki ætlanir at søkja um stjórastarvið á nýggjum.
Hví hetta er, vil Dia Midjord ikki greiða frá enn, sigur útvarpið hjá kringvarpinum.
Freistin at søkja stjórastarvið í Kringvarpinum er 19. mai og nýggjur stjóri tekur við 1. august.
Stjórin í Kringvarpinum skal hava dagligu programmábyrgdina og røkja fyrisitingarligu og búskaparligu leiðsluna. Heimasíðan hjá Kringvarpinum skrivar, at sambært lýsingini skal stjórin vera savnandi, myndandi og skal ganga á odda fyri stovnin.
Stjórin skal hava viðkomandi leiðsluroyndir, viðkomandi miðallanga ella langa útbúgving, innlit í føroyska mentan, samfelagsviðurskifti og greiða fatan av public service uppgávum Kringvarpsins. Eisini skal stjórin megna at leiða og skapa eldhuga hjá starvsfólkunum, at fylgja settum málum og støðugt at taka við nýggjum avbjóðingum, skrivar kvf.fo.