Dia givin í VÍF - Ingi tekur yvir

Ingi Olsen er aftur venjari hjá VÍF, eftir at Dia Midjord hevur takkað fyri seg.

Dia Midjord tók við sum venjari hjá VÍF við hetta kappingarárið, og hevði eftir tíggju dystir fingið 16 stig, har tað bert vóru teir báðir dystirnir ímóti H71, sum ikki góvu fulla úrtøku.

Men nú hava venjarin og VÍF enda samstarvið í úrtíð.

Sámal Joensen, formaður í VÍF, sigur við in.fo, at Dia Midjord takkaði fyri seg í sátt og eingin klamsaði við hurðum, sum formaðurin tekur til.

Formaðurin greiðir frá, at væntanirnar hjá leikarunum og venjaranum samsvaraðu ikki, og tí endaði samstarvið.

VÍF hevur heitt á Inga Olsen og Agnar Joensen at taka yvir.

Ingi Olsen og Agnar Joensen vandu eisini VÍF seinastu árini áðrenn Dia Midjord tók við í summar. Teir báðir afturvendu venjararnir vunnu millum annað greipuna í 2018.'

Teir hava játtað at standa á odda fyri VÌF fram til ársenda í fyrstu atløgu, og skulu fyrstu ferð royna seg í annaðkvøld ímóti Neistanum á Hálsi