Dia fingið sekkin í VÍF

Hóast VÍF hevur spælt seg í FM-finaluna, so hava úrslitini í seinastuni ikki verið av teimum allarbestu. Slatur um ófrið í spælarahópinum hava eisini verið at hoyrt, og nú hevur leiðslan í eini roynd at venda gondgini valt at senda venjaran til hús.

Nýggjur maður fyri Dia Midjord verður Lars Nedergaard, sum eisini áður hevur verið venjari hjá vestmenningum.

Hann skal venja liðið í trimum ella fýra dystum, og tað merkisverda við hesum er, at teir allir eru móti Kyndli. Seinasti dysturin í endaspælinum er á heimavølli móti grønu arvafíggindunum, og síðani eru tvær ella tríggjar FM-finalur á skránni.

Dia Midjord hevur seinastu tvey árini leitt liðið til tvær steypafinalur og tvær FM-finalur. Báðar steypafinalurnar og FM-finalan í fjør vórðu taptar.