Hóast Roberto Di Matteo átti sín lut í, at Chelsea vann Champions League, er tað als ikki vist, at hann fer at halda fram í venjarastarvinum. Í hvussu er ljóðar, at Chelsea-eigarin Roman Abramovich vil hava eitt størri navn til venjara.
Blaðið The Sun veit tó at siga, at Di Matteo (myndin) hevur fingið eitt tilboð frá Chelsea um at leingja verandi sáttmála eitt ár, og at partarnir so skulu taka viðurskiftini uppaftur næsta summar. Men Di Matteo hevur sagt nei takk. Sambært blaðnum vil hann skriva undir nakað, uttan at tað er galdandi fyri eitt longri tíðarskeið enn eitt ár.
Chelsea-stjórin Ron Gourlay sigur við The Sun, at felagið fer at tosa við Di Matteo um einar fjúrtan dagar.
-Spælararnir koma aftur úr summarfrí tann 4. juli. Tað besta hevði verið, um venjaraspurningurin var loystur til ta tíð, men tað avgera eigarin og nevndin, sigur Ron Gourlay.