Di Matteo hevur funnið nýtt felag

Venjarin, ið vann Champions League við Chelsea í 2012 skal nú vera venjari hjá einum týskum felagið

Tá Chelsea í 2012 vann Champions League, æt venjarin hjá Chelsea, Roberto Di Matteo.

Síðani 2012 hevur Roberto Di Matteo ikki havt nakað  venjarastarv, men í dag boðar Schalke 04 í Týsklandi frá, at felagið hevur sett Roberto Di Matteo sum nýggjan venjara.

 

Ein keðilig byrjan uppá kappingarárið er orsøkin til at Schalke 04 hevur valt at senda fyrrverandi venjaran, Jens Keller til hús.

 

Tað verður ikki upplýst, hvussu leingi sáttmálin millum Schalke 04 og Roberto Di Matteo er galdandi.

 

Umframt Chelsea, so hevur 44 ára gamli Di Matteo eisini verið venjari hjá West Bromwich Albion og MK Dons.