Di Matteo fær tvey ár

Tað er nú greitt, at tað verður Roberto Di Matteo, sum fær fast starv hjá Roman Abramovich í tvey ár fram.

 

Russiski milliarderurin hevur nú kasta frá sær í royndini at lokka Josef Guardiola at taka róðrið í Chelsea, og tí er valið fallið á Di Matteo, sum førdi felagið til bæði FA-cup sigur og Champions League success.

 

Tað sá einki serligt út, tá Roberto Di Matteo tók við sum venjari í Londonfelagnum í mars, eftir at Andre Villas-Boas fekk sekkin. Men italiumaðurin tapti bert tríggjar dystir, allar í heimligu kappingini.

 

Hartvið tykist nú friður valda á øllum økjum hjá Champions League vinnarunum, sum kunnu samla seg um at styrkja um liðið til komandi kappingarár.