Real Madrid seldi Ángel Di María til Manchester United í summar, tí hann var for ljótur til glansmyndina av Real Madrid. Tað sigur Carles Rexach, varaítróttarstjóri hjá arvafíggjandum FC Barcelona.
Argentinski miðvallarin bleiv í fjør dýrasta keypið í Premier League nakrantíð, tá Manchester united keypti hann fyri áleið 600 milliónir krónur. Skiftið kom eitt sindur óvart á, tí Ángel Di María var helst týdningarmiklasti spælarin á Real Madrid liðnum seinasta triðingin av kappingarárinum, tá felagið endiliga vann Champions League aftur.
- Florentino Perez (Forsetin í Real Madrid) hyggur eftir heimsmarknaðinum og vil hava eitt lið av stjørnum, sum øll hámeta. Skilur tú hvat eg meini við? Cristiano Ronaldo er flagskipið og felagið ynskir at selja seg globalt. Vicente del Bosque og Ángel Di María vóru ov ljótir til Real Madrid. Teir líkjast frá spælarum sum James Rodriquez og Toni Kroos.
Orðini fullu í eini samrøðu við katalanska Regió7. Í stuttum er hetta ein ákæra um, at Real Madrid bara vil hava spælarar, sum passar til teirra brand. Hetta var eisini frammi tá Vicente del Bosque bleiv frákoyrdur í 2003. Hann hevur síðani vunnið EM og HM sum spanskur landsliðsvenjari.
Helst kemur ein reaktión úr Madrid fyrsta dagin.










