Dhiraj Krishna vart ph.d. um fiskaheilsu

Fríggjadagin 27. februar vardi Dhiraj Krishna ph.d.-ritgerð sína um fiskaheilsu í Smæruni í Havn.

 

Ritgerðin kallast “Biosecurity Considerations in Atlantic Salmon Recirculating Aquaculture Systems (RAS)”, skrivar gransking.fo.

 

Dhiraj Krishna hevur verið ph.d.-lesandi í RASOPTA verkætlanini, sum er fíggjað av Horizon Europe. Hann hevur arbeitt á Heilsufrøðiligu Starvssstovuni og verið innskrivaður á Københavns Universitet. Hendan ph.d.-verkætlanin er ein av 12 verkætlanum í RASOPTA, sum er eitt Marie Skłodowska-Curie stuðlað ITN nerverk.

 

Vegleiðarar

 

Louise von Gersdorff Jørgensen, lektari á Københavns Universitet

Debes Hammershaimb Christiansen, deildarleiðari og granskari á Heilsufrøðiligu Stravsstovuni

Kurt Buchmann, professari, Maria Marjunardóttir Dahl, ph.d.-lesandi & Petra Elisabeth Petersen, granskari

 

Metingarnevndin

 

Morten Tønsberg Limborg, lektari á Københavns Universitet, formaður

Argelia Cuenca, seniorgranskari á DTU Aqua

Simon Weli, seniorgranskari á Veterinærinstituttet, Oslo

 

Á myndini er Dhiraj Krishna í miðjuni saman við vegleiðarum og metingarfólkum. 

 

Samandráttur 

 

Laksur (Salmo salar) er ein av mest týdningarmiklu fiskasløgunum, vit ala, og stórar nøgdir verða framleiddar í Noregi, Chile, Kanada, Skotlandi og í Føroyum. Meginparturin av smoltalingini, sum gongur fyri seg á landi, fer fram í resirkuleringsskipanum (En: Recirculating Aquaculture System; RAS), har 90-99% av vatninum verður endurnýtt. Við resirkuleringsskipanum ber neyvt til at stýra vatngóðskuni og lívfrøðiligu trygdini (en: Biosecurity), men skipanirnar eru samstundis viðbreknar, tá umræður sjúkusmittu, serliga um rakstrarviðurskiftini ikki eru lýtaleys. Laksaaling, sum er av alstórum týdningi fyri føroyska búskapin, er undir trýsti orsakað av ymiskum sjúkum, sum eru útbreiddar í resirkuleringsskipanum í smoltalingini, og kunnu elva til stórt felli og fíggjarligan miss. Teirra millum eru sjúkur elvdar av infeksjøsum pankreasnekrosuvirusi (IPNV), infeksjøsum laksaanemivirusi (ILAV-HPR0), fiskaorthoreovirusi (PRV), Flavobacterium psychrophilum og Saprolegnia parasitica. Vit halda, at ILAV-HPR0 og IPNV kunnu rótfesta seg sum hússtammur í resirkuleringsskipanum og at ILAV-HPR0 kann vera upprunin til sjúkuelvandi ILAV; tískil er tørvur á munagóðum smittufyribyrgjandi tiltøkum á smoltstøðunum.

 

Eitt av endamálunum við verkætlanini var at lýsa dynamikkin av hesum høvuðssmittum í føroyskum resirkuleringsskipanum og serliga at staðfesta, hvørt umhvørvis DNA/RNA (eDNA/eRNA) úr vatnroyndum kann gerast eitt yvirvøkuamboð, sum ikki gongur út yvir vælferðina hjá fiskinum og sum kann staðfesta møguliga smittu í góðari tíð. Verkætlanin snúði seg eisini um møguliga luftborna smittu, sum kann vera ein avbjóðing í mun til smittufyribyrging. At enda kortlegði verkætlanin ILAV-HPR0 smittuvegir og dynamikk í menningini (evolutiónini) av virusinum á fleiri føroyskum aliøkjum. Umsíðir, sum eitt hjámál, varð kannað í hvønn mun biofiltur í resirkuleringsskipanum kunnu hýsa smittum.

 

Meira er at lesa um hetta á www.gransking.fo