Rákið tykist vera við Føroyska Green Steam. Herfyri fekk felagið stóra kapitalinnspræning frá útlendskum íleggjarum, og nú hevur felagið fingið stóra bílegging frá DFDS.
Heimasíðan, World Maritime News, skrivar, at DFDS í eina tíð hevur gjørt ymsar royndir við Green Steam skipanini, og nú er avgerð tikin um, at skipanin í fyrstu atløgu verður nýtt á 20 skipum hjá reiðarínum.
Í stuttum er Green Steam ein skipan, sum við at taka atlit til streym, vind, motormegi, kós v.m. hjálpir til at optimera siglingina hjá skipum, soleiðis at orkunýtslan verður sum minst. Í meðal hjálpir skipanin við at vinna eina orkusparing upp á 4 til 5 prosent.
Greinin í World Maritime News kann lesast HER










