DF: Skulu vit eisini kunna gifta okkum við djórum

- Dansk Folkeparti livir í einari bløru, tá flokkurin dregur giftarmál við djór inn í kjakið um rættin hjá lesbiskum, metir Enhedslisten.

- Tað er gamaldags at halda, at tvær lesbiskar kvinnur ikki kann vera ein góð familja, sigur Enhedslisten.

Hendan lógin er ein glíðibreyt, svarar Dansk Folkeparti aftur.

Tað skrivar dr.dk.

Sjógvarnir skolaðu aftur og fram í Fólkatinginum í dag, tá serliga Enhedslisten og DF kjakaðust um eina lóg, sum skal líkastilla homoseksuell pør, ið fáa børn við kunstigari ísáðing.

Lógin skal geva foreldrum av sama kyni møguleikan at skráseta seg sum foreldur til børn - fyri at tryggja atlitið til barsins besta, sum tað eitur í lógini.

Pernille Skipper, sum er talskvinna í rættarmálum hjá Enhedslisten, segði:

- Úti í veruliga lívinum finnast børn, sum hava tvær mammur. Og fara tær frá hvørjari aðrari, ella biologiska maman doyr, uppstendur ein kastibløkustøða. Tí barnið ikki hevur ein kláran rætt til báðar mamurnar í dag.

Men tað keypir DF ikki.

- Hvat verður tað næsta, sum Enhedslisten vil stýra? Tað næsta, tá Enhedslisten heldur, at vit eru ov gamaldags við galdandi lógum. Skulu vit vera trý ella fýra í einari giftu? Skulu vit vera trý ella fýra um foreldrarættin? Skulu vit kunna gifta okkum við øðrum enn menniskjum, men kanska við djórum eisini, spurdi Mette Hjermind Dencker (myndin) frá Dansk Folkeparti.