Danski Fólkaflokkurin tekur ikki undir við skattalættanum hjá stjórnini, og tað kann enda við fólkatingsvali Umframt at játta 50 mia. krónur til sjúkrahús, røktarheimm og dagstovnar tey næstu tíggju árini og betri almennar tænastur hevur danska stjórnin gjørt av at lækka skattin á arbeiðsinntøkum og pensjónum.
Men Danski Fólkaflokkurin, sum heldur lív í stjórnini, góðtekur ikki skattalættan, soleiðis sum hann nú sær út. Pia Kjærsgaard, floksformaður, sigur, at DF kann ikki góðtaka, at tey, sum forvinna mest, skulu hava mest í skattalætta. Eftir hennara tykki skal ein skattalætti fyrst og fremst koma teimum lágløntu til góðar.
Politiskir eygleiðarar í Keypmannahavn siga, at júst ósemja um skattalættan kann noyða Anders Fogh Rasmussen at skriva út nýval um stutta tíð.
Tað er greitt, at tað er eftir kravi frá Konservativa Fólkaflokkinum, at tey við góðari inntøku fáa mest í skattalætta, og eygleiðararnir siga, at hesum kann flokkurin ikki sleppa nú. Hinvegin fer Danski Fólkaflokkurin heldur ikki at slaka, og so hevur forsætisráðharrin bara ein møguleika, og tað er nýval, siga teir politisku eygleiðararnir í Keypmannahavn. Men tann avgerðin kemur ikki, fyrr enn støðan er púra greið, siga teir.