DF er fyrimynd hjá Svøríkisdemokratunum

Jimmie Åkesson varð móttikin við lógvabrestum til ársfundin hjá Dansk Folkeparti

Tá Dansk Folkeparti hevði ársfund í dag, var ein nógv umtalaður svii gestur til stóra fundin í Herning. Jimmie Åkesson, formaður hjá Svøríkisdemokratunum, vitjaði og helt røðu fyri danska flokkinum.

 

Svøríkisdemokratarnir og Dansk Folkeparti minna sum flokkar nógv um hvønn annan, og Dansk Folkeparti hava seinastu vikuna víst Svøríkisdemokratunum sín stuðul, tá val var í Svøríki sunnudagin.

 

- Dansk Folkeparti er í nógvum førum ein fyrimynd fyri okkum. Tey hava megnað tað, sum vit vóna at klára, segði Jimmie Åkesson.

 

Hann varð móttikin við lógvabrestum og fagnaðar sum ein onnur hetja.

 

- Tá mann er heima í Svøríki, følist tað ikki ordiliga, sum mann er millum vinir. Her følli eg meg heima, segði Jimmie Åkesson.

 

Svøríkisdemokratarnir fingu triðflest atkvøður til valið í Svøríki sunnudagin. Flokkurin hevur fingið nógv uppmerksemi í seinastuni, og er hann serliga kendur fyri at vera sera tilflytarakritiskur og vilja úr ES.

 

Til ársfundin hjá DF avdúkaði Kristian Thulesen Dahl, formaður, at flokkurin nokk er til reiðar at stuðla einari stjórn við Socialdemokratunum og Mette Frederiksen á odda, um tey fáa meiriluta næstu ferð.

 

Les eisini: DF eigur at stuðla reyða blokkinum