Deyvatekin á fløgu

Fríggjadagin varð nýggj fløga løgd fram. Talan er um eina fløgu við 3000 teknum á teknmálið. Framløgan varð hildin í MBF-húsinum, og eini 30 fólk vóru til framløguna

Leingi er tað, ið væl skal verða, siga fólk ofta. Sjáldan passar hetta orðafellið líkavæl sum í hesum føri. Arbeiðið at savna tekin til hesa fløgu byrjaði longu fyrst í nítiárunum, tá felagið Hoyrnin, ið er felagið fyri foreldur við deyvum børnum, legði fram ynski um orðabók fyri deyv. Nú er fløgan so endiliga komin. Edny Poulsen, sum er deyvatulkur, ger tekin til hvørt av teimum 3000 orðunum á fløguni. Føroya Skúlabókagrunnur gevur fløguna út, og í sama viðfangi er plakat gjørd, við tekininum til allar bókstavirnar.


Frá stavi til tekin

Møguleikarnir á fløguni eru rættiliga nógvir, men eitt, ið kann sýnast heldur óheppið, er at tað ikki ber til at gera eitt tekin fyri síðani at fáa orðið. Hetta er tó enn tekniskt torført at gera, og tað kann hugsast at vera ein orsøk til at tað ikki er gjørt.

Hinvegin eru nógvir møguleikar á fløguni, sum kann stuðla øllum, ið hava tørv á teknmálið. Tey 3000 teknini eru býtt upp í bólkar, samstundis sum tað ber til at gera sínar egnu bólkar av orðum, sum mann síðani fær teknið til. Eisini er ein langur orðalisti gjørdur við øllum orðunum, samstundis sum tað altíð ber til at fara inná stavraðið. Harafturat er ein møguleiki á fløguni, at tað ber til at fara í eitt slag av roynd, har tekinið kemur fram og síðani skalt tú gita hvat orð tekinið vísir til.


Tann fyrsta av sínum slag

Til framløguna av bókini greiddi Niels Petersen frá ymiskum. Undir liðini hjá honum stóð Eyðgunn Hansen, sum tulkaði alt, ið sagt var, so øll – bæði deyv og hoyrandi – høvdu møguleika at fylgja við í tí, ið sagt var.


Niels Petersen segði millum annað, at fløgan var størsta arbeiði, ið er gjørt fyri at dokumentera teknmálið í Føroyum, samstundis, sum hon er tann fyrsta av sínum slag, hóast »tekin til børn,« er komin út á fløgu.

Eisini greiddi hann frá, at fløgan serliga fer at verða ein stuðul hjá deyvum børnum við hoyrandi foreldrum. Tí ofta er tað soleiðis, at foreldrini tosa eitt teknmál við børnini, ið er øðrvísi enn vanliga teknmálið. Hetta hevur við sær, at børnini longu frá ungum aldri mugu duga tvey mál, og at tað hevði verið betri, um foreldrini dugdu teknmálið betri. Hesum skal fløgan millum annað hjálpa við.

Niels Petersen legði eisini stóran dent á, at fløgan skal leggjast út á netið, so skjótt sum møguleiki er fyri tí, so hon gerst meira atkomilig hjá øllum.


Bæði vónbrotin og fegin

Eftir at Niels Petersen hevði sagt sítt, tók Edny Poulsen orðið, hon fegnaðist um at fløgan var komin, at fløgan ikki skuldi takast fyri meira enn hon er, og gleddi seg at koma í gongd við tí næstu, sum sambært henni sjálvari skuldi umfata 10.000 tekin.

Torkil Hansen, frá Hoyrnini, greiddi frá at hann var sera fegin um at fløgan endiliga var komin, men sýntist ónøgdur við at so long tíð var gingin áðrenn fløgan gjørdist veruleiki, men legði afturat, at hetta bert er byrjanin.