Deyvamálstulking verður til gudstænastu á AB vøllinum

Gudstænasta jólaaftan á AB-vøllinum kl. 15.00 við deyvamálstulking

 

Tá Argja kirkja í morgin, jólaaftan klokkan 15, bjóðar til jólagudstænastu á AB-vøllinum á Argjum, verður tað við deyvamálstulking.

Hesum boðar Bergur Debes Joensen, prestur, frá í kvøld. 

– Vit syngja úr sálmabókaappini lættar jólasálmar, og GHM spælir undir, sigur hann.

Talan verður um eina styttri gudstænastu.  

– Veri vælkomin, heilsar Bergur Debes Joensen, prestur.