Deyðsvanlukka á Svalbard løgd til síðis

Í mars í ár læt ein amerikanskur ferðamaður lív á kavaskutara á Svalbard, har ferðalagið var á veg úr Longyearbýnum til Barentsburg.

Løgreglan hevur nú lagt eitt mál til síðis, ið snýr seg um ein amerikanskan ferðamann á Svalbard.

 

Maðurin, sum koyrdi aftastur, men saman við fleiri øðrum og eisini einum ferðaleiðara, koyrdi niður í eina stóra rivu í kavanum.

 

Sambært løgregluni, sum hevur kannað málið, er ikki ávíst, at nakað brek var við kavaskutaranum, ei heldur, at maðurin hevði havt heilsutrupulleikar á ferðini.

 

Haraftrat var veðrið gott, eins og koyrilíkindini vóru góð, tá vanlukkan hendi.

 

- Okkara niðurstøða er, at vanlukkan hevur staðist av einum menniskjansligum mistaki undir koyringini. Tískil er málið nú lagt til síðis.

 

Tað sigur løgregluadvokaturin, Magnus Rindal Fredriksen, sum starvast á sýsluskrivstovuni á Svalbard.

 

Amerikumaðurin, sum læt lív, var í sekstiárunum.

 

- Ferðalagið, sum var á veg úr Longyearbýnum til Barentsburg, taldi tilsamans sjey fólk á kavaskutarum.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í morgun.