Deyðstal eftir skúlaálop veksur

Eitt eydnavitni upplýsir, at við undantaki av 7-8 fólkum, vóru øll tey raktu skúlagentur, sum vóru á veg til hús eftir loknan skúladag.

 

 

Útlendskir miðlar skriva í dag, at talið av deyðum eftir álopið á ein skúla í Kabul í Afghanistan um vikuskiftið nú er komið upp á 85. 

 

Tað upplýsir ein afghanskur tænastumaður fyri CNN. 147 fólk vórðu særd í álopinum.

 

Tað var ein sterk bilbumba, sum brast uttan fyri skúlan, tá nógvir skúlanæmingar vóru á veg heim seinnapartin leygardagin.

 

Tá næmingarnir, sum eftir vóru inni, lupu út í panikki, brast ein bumba aftrat.

 

Eitt eydnavitni upplýsir fyri Reuters, at við undantaki av 7-8 fólkum, vóru øll tey raktu skúlagentur, sum vóru á veg til hús eftir loknan skúladag.