Makreltíðin sveik, og føroysku skipini sleppa ikki at landa lodnu til matna í Føroyum. Tí er ov lítið at gera hjá Kollafjord Pelagic. So lítið, at fólk verða søgd úr starvi.
Kollafjord Pelagic sigur fýra fastløntum fólkum úr starvi til fyrsta mei.
?Vit hava stutt sagt ikki arbeiði til teirra, og hesa tíðina frá apríl til august, er vanliga heldur ikki tað stóra at gera á virkinum, sigur Sofus Poulsen, stjóri á Kollafjord Pelagic
Summarið er ring tíð til pelagiskan fisk, sigur hann. Fiskurin er stutt sagt ikki egnaður til mannaføði, og tí er virksemið eisini hareftir.
?Tí er sum so einki sermerkt við, at vit siga fólki úr starvi hesa tíðina. Vit hava boðað teimum frá, at tað kann væl verða starv til tey aftur, tá farið verður í gongd aftur í august. Men vit kunnu kortini ikki uttan víðari rokna við, at tey bara ganga og bíða eftir okkum, sigur Sofus Poulsen.
Hann sigur, at talan er um fólk bæði frá framleiðsluni og um maskinfólk, sum nú verða søgd úr starvi.
Einki veður
Januar máni royndist sera illa til veður, og tað, ið farið er av februar, hevur heldur einki givið til virkið, sigur Sofus Poulsen.
Tey væntaðu at fá makrel til virkið í vetur, men tað varð púra av ongum. Krúnborg var ein túr á Hetlandsleiðini, men fekk einki gjørt fyri veður, og nú eru øll tey føroysku skipini farin at royna eftir svartkjafti. So har fór tann makrelurin, sigur Sofus Poulsen.
Heldur ikki av lodnuni verður nakað serligt at vænta í teirra part, sigur hann.
Fiskiveiðiavtalan við Ísland ger, at føroysk skip als ikki hava loyvi at landa lodnu til matna uttan fyri Ísland, greiðir sofus Poulsen frá.
Tað kemst av, sigur hann, at íslendigar vilja verja sín lodnumarknað í Japan og vilja tí ikki risikera, at aðrir kunnu finna upp á at frysta lodnu til mannaføði. Lodnan verður veidd í íslendskum sjógvi, so teir seta treytirnar, sigur hann. Tó sleppa føroysku skipini at landa lodnu til ídnað. So har kann Havsbrúk fá onkra last kortini.
Um makrelin sigur Sofus Poulsen annars, at hann hevur verið smáfallandi í seinastuni. Millum 300 og 400 gram, og tað er ov smátt til, at tað kann fáast nakað av týdningi burtur úr honum.
Føoyingum dámar best at handla á tí dýra makrnaðinum, sum hann tekur til. Í Fjareystri og Russlandi, har teir keypa makrel, sum helst skal viga eini 500 gram.
Tann smái makrelurin fer til onnur lond sum eitt nú Rumenia, har vit hava nógv verri handilsavtalur, enn eitt nú ES hevur, greiðir Sofus Poulsen frá. Vit skulu gjalda eini 20 prosent meira í tolli í Rumenia, enn ES londini gera. Og so ber ikki til hjá okkum at kappast, staðfestir hann.










