Deydlig byrjan á Beta í Saltangará

Seinni í vikuni verða væntandi fleiri landingar í Saltangará, tá ið partrolararnir koma aftur av túri

Fiskivinna Í gjár og í dag hevur lítið landingarvirksemi verið á landingarmiðstøðini hjá Beta í Saltangará.

Einasta skipið, sum hevur landað hesar báðar dagarnar, er línuskipið Stapin, sum landaði eini 40.000 pund í gjár. Hetta var ein lutfalsliga stuttur túrur, tí Stapin landaði eisini seinasta mánadag.

Seinni í vikuni koma ísfiskatrolararnir Stelkur, Bakur, Rókur og Lerkur væntandi inn at landa. Um bátarnir koma í morgin, hósdagin ella fríggjadagin, var ikki greitt, tá ið vit frættu fyrrapartin í dag.

Í Saltangará verður eisini roknað við, at Polarhav og Stjørnan koma inn at landa seinast í vikuni. Ivasamt er tó, um báðir bátarnir fara at landa í Saltangará.

- Óhugsandi er ikki, at Polarhav og Stjørnan kanska fara at draga túrin út til mánadagin, siga tey í Saltangará.

Góði upsafiskiskapurin, sum partrolararnir høvdu herfyri, er heldur lakari nú, men skipini fáa framvegis væl av fiski.

- Ein vika, sum gevur einum “pari” eini 340.000-360.000 pund, er jú ikki ring, siga tey á Beta.