Um vikuskiftið hevur onkur eftir øllum at døma avlíva tveir brúnaar og hvítar border-collie hunar og burturbeint hesar í ruskbingju, sum stendur við Ánirnar í Klaksvík.
Talan er um opnar bingjur, og tað var ikki nøkur tespilig sjón, sum bíðaði, tá fólk komu framat hesum, men tað er ilt at meta, um talan er um nakra brotsgerð.
- Vit fingu fráboðan um hetta, og vit hava verið á staðnum. Vit hava eisini tosað við havnarfútan, men tað einasta, sum teir vita við vissu, er, at hetta er hent um vikuskiftið. Bingjurnar vórðu settar á staðið undan vikuskiftinum, og nú tær skuldu brúkast, vóru tveir deyðir hundar í, sigur Karl Johansen, sýslumaður.
- Hvat er hent, er ilt at siga. Hóast hundarnir eru í reim, so bera teir eingi eyðkenni, sum kunnu eyðmerkja teir, so vit ganga í fyrstu atløgu út frá, at talan er um fólk, sum hava avlívað hundarnar. Tað hevur tú loyvi til her í Føroyum, men í hesum førinum má sigast, at hetta er handfarið heldur klossut og ófantaligt, sigur Karl Johansen.
Hann sigur, at tey i fyrstu atløgu ikki gera meira við málið, men um so er, at fólk vita nakað at siga frá hesum viðvíkandi, vil løgreglan sera gjarna frætta frá viðkomandi.










