76 ára gamli, tvífaldi drápsmaðurin, Murray Hooper, er tikin av døgum í Arisona í USA. Hann var hin 14. persónurin, sum er avrættaður í USA higartil í ár.
Murray Hooper varð dømdur fyri tvey dráp í 1980.
Í dag varð hann tikin av døgum við eitursproytu. Avrættingin er hin triðja í Arisona, síðan myndugleikarnir aftur byrjaðu at fremja deyðadómar eftir átta ára langan steðg.
Avrættingin fór fram fáar tímar eftir, at hægstirættur í USA vísti aftur kæruni hjá verjunum, sum royndu at steðga avrættingini av hinum 76 ára gamla.
Tíðindastovan NTB veit at siga, at Murray Hooper fleiri ferðir smáflenti á fundi við avrættingarliðið, og at enda segði hann: "Alt er sagt. Fáið tað gjørt..."
Sagt verður, at tað tók 15 minuttir frá tí, at boð vórðu givin um avrættingina, til Murray Hooper var staðfestur deyður. NTB veit at siga, at higartil í ár eru 14 fólk avrættað í USA móti 11 í fjør, tá talið var hitt lægsta í 30 ár.











