Í dag segði Volodymyr Zelenskyj, at Ukraina nú hevur prógv um fleiri enn 400 russisk krígsbrotsverk, síðan Russland leyp á Ukraina. Myndin úr Kherson er nakrar mánaðar gomul.

Deyðir hermenn og sivilfólk eru funnin í Kherson

- Vit arbeiða nú við at handtaka russiskar hermenn og leiguhermenn í býnum, segði Volodymyr Zelenskyj sambært Reuters í dag.

Í dag segði Volodymyr Zelenskyj, at Ukraina nú hevur prógv um fleiri enn 400 russisk krígsbrotsverk, síðan Russland leyp á Ukraina. Myndin úr Kherson er nakrar mánaðar gomul.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, segði í dag, at bæði herfólk og sivilfólk eru funnin deyð í Kherson.

 

Kherson er býurin har suðuri í Ukraina, sum ukrainski herurin tók ræðið yvir fríggjadagin, tá russisku deildirnar flýddu yvir háls og herðar.

 

Í langa tíð hava ukrainskar herdeildir søkt at Kherson-økinum, har herurin hevur tikið nógvar bygdir og býir aftur frá russum.

 

Tað var tíðliga í krígnum, sum Russland byrjaði hin 24. februar í ár, at russiskar herdeildir tóku býin, Kherson og stór øki kring býin.

 

Men, fríggjadagin megnaðu russisku deildirnar ikki meira. Tá var trýstið frá ukrainska herinum vorðið so stórt, at russar noyddust at flýggja.

 

Sambært Reuters sigur ukrainski forsetin í dag, at ukrainar hava funnið bæði deyð herfólk og sivilfólk í Kherson, síðan teir tóku býin aftur fríggjadagin.

 

##med2##

 

Í dag segði Volodymyr Zelenskyj, at Ukraina nú hevur prógv um fleiri enn 400 russisk krígsbrotsverk, síðan Russland leyp á Ukraina.

 

Forsetin segði eisini, at ukrainski herurin hevur rikið russar úr 226 búsetingum í økinum, og tilsamans búgva eini 100.000 fólk í hesum bygdum og býum.

 

- Vit arbeiða nú við at handtaka russiskar hermenn og leiguhermenn í Kherson, segði Volodymyr Zelenskyj sambært Reuters í dag.

 

 

 

Í dag segði Volodymyr Zelenskyj, at Ukraina nú hevur prógv um fleiri enn 400 russisk krígsbrotsverk, síðan Russland leyp á Ukraina. Myndin úr Kherson er nakrar mánaðar gomul.

Volodymyr Zelenskyj, forseti.