Deyð kúlubøka vakti ans á Long Island

Ein kúlubøka á næstan 11 metrar er skolað upp á land á Long Island við New York í morgun.

 

Tað er New York Post, sum í morgun ber hesi tíðindi.

 

Hvalur í sær sjálvum er kki óvanligur í hesum øki, men tað er serliga støddin á kúlubøkuni, sum vekir ans millum fólk á leiðini.

 

- Hetta er størsti hvalur, vit hava sæð. Manningin, sum hevur arbeitt her í næstan 20 ár, hevur ongantíð sæð ein so stóran hval áður. 

 

Tað sigur borgarstjórin, Don Clavin, við miðlar á leiðini.

 

Tá manningin kom á strondina, var hvalurin deyður. Hann varð fluttur longur niðan á sandin við einum krana, men hetta hevði sínar avbjóðingar.

 

Tí, kúlubøkan er bæði stór og vigar nógv. 

 

- Tað er ikki vanligt at síggja slíkt. Hetta er ein dapur dagur, segði borgarstjórin við mongu forvitnu áskoðararnar, sum vóru komnir at síggja kúlubøkuna.

 

Lagt verður aftrat, at nú skal hvalurin kannast í einari roynd at finna út av, hví hann legði beinini uppi á sandinum á Long Island.

 

##med2##