Nakað heilt óvanligt hendi herfyri í sambandi við eina jarðarferð í Zimbabwe.
Fylgið var møtt upp heima hjá deyða Brighton Dama Zanthe fyri at siga eitt seinasta farvæl. Síðani skuldi lokið leggjast á kistuna, og síðani berast í kirkjuna.
Men so hendi tað ófatiliga, at »heiðursgesturin« knappliga setti seg upp í kistuni, skrivar huffingtonpost.com.
- Eg var hin fyrsti sum sá, at Zanthe flutti beinini. Eg trúði ikki mínum egnu eygum, sigur ein av fylginum, Lot Gaka við The Herald.
Eftir hesa brádligu uppvaknan, varð Zanthe koyrdur til eitt sjúkrahús, har hann var innlagdur í tveir dagar, áðrenn hann varð útskrivaður.
Sjálvt um tað ljóðar eitt sindur ótrúligt, so er hetta ikki fyrstu ferð, at »fólk vakna úr deyða« í Zimbabwe.
Fyrr í ár vaknaði ein kvinna upp við einum skríggi í kistuni. Hon var søgd deyð at vera eftir kynsligt samband.
Í 2012 varð ein onnur kvinna søgd deyð at vera á sjúkrahúsi, eftir at hava stungi seg, tí hon var undir illgruna fyri at vera óreinskusett av illum anda. Men stutt eftir at hon var søgd deyð at vera, vaknaði hon aftur.