Deyður kærleiki til sølu

Guðrið Hansdóttir gevur í dag fløguna Love Is Dead út. Sostatt fær Føroya fólk høvið at hoyra eina av okkara allar bestu songkvinnum á egnari útgávu.

Útgáva


Í dag kemur fløgan hjá Guðrið Hansdóttir í handlarnar. Síðan heitislagið, Love is Dead, luttók í kappingini hjá Atlantic Music Event fyrr í ár, hevur hetta verið ein tann mest eftir bíðaða fløguútgávan millum føroyskar tónleikafjepparar. Við síni fantastisku rødd hevur Guðrið longu skrivað seg inn millum Føroya bestu songkvinnur, og er saman við Eivør og Lenu, einasta kvinna, ið hevur verið í uppskoti til Planet heiðurslønina til bestu songkvinnu bæði árini.

Men tað er ikki einans røddin, ið hevur bergtikið, inniligu fólksligu løgini og viðkomandi og rámandi yrkingarnar hava eisini rakt føroyska lyndið mitt á nøsina. Tað er TUTL, sum gevur fløguna út. Hon er tikin upp í Sólarmagni á Velbastað, og Uni Debess hevur tikið sær av upptøkunum. Dennis Ahlgren hevur ljóðblandað. Á fløguni eru 10 løg. Heiðrikkur á Heygum hevur gjørt snotiliga húsan.