Djóraverndarfelagið hevur í dag sent eina mynd til Miðlahúsið av hesum deyða hvali.
Felagið sigur í hesum sambandi, at tey undrast á, hvar hvalurin er komin frá, og hvussu tað ber til, at hann er endaður júst her.
Felagið sigur, at hvalurin helst hevur verið partur av einum grindadrápi, tí hann er skorin á háls, og hevur band á sær.
Djóraverndarfelagið sigur, at slíkar fráboðanir eru komnar áður, men slíkt er als ikki vanligt.
Løgreglan hevur burturbeint hvalin.