Deyðu hvølparnir: Málið er enn til kanningar

Tað var herfyri, at miðlarnir frættu um, at ein hundahvølpur var tikin úr einum túni í Sandavági og síðani lagdur aftur í kjallaran nakrar tímar seinni - deyður. 

 

Síðani frættist, at somu eigarar høvdu fingið ein hundahvølp aftrat, og at hesin eisini var deyður. Í báðum førum er løgreglan inni og kannar orsøkina til, at hetta er hent tveimum smáum hvølpum. 

 

Hildur Hentze, leiðari á kanningardeildini sigur, at tey kanna framvegis málið, og hon fær ikki sagt nakað meira um orsøkina til, at tað tekur so langa tíð. 

 

- Vit kanna málið enn, sigur Hildur Hentze í stuttari viðmerking. 

 

 

Les eisini fyrstu greinina, in.fo skrivaði um málið, við at trýsta her