Sic og Side Effect fara saman at royna at fáa takið á VB-Húsinum at lyfta seg leygarkvøldið. Hetta eru tveir av teimum allar bestu føroysku bólkunum, sum hvør er villari enn annar
Fyrsta fløgan hjá Side Effect skuldi koma út í heyst, men enn er hon ikki komin í handlarnar. So meðan vit bíða eftir fløguni er einasti møguleiki at hoyra bólkin at fara á konsert. Teir hava ikki spælt so nógv hesar seinastu mánaðarnar, men spældu í summar á ólavsøkukonsertini, har teir mundu vera ein tann besti bólkurin.
Side Effect hevur spælt í nøkur ár, og hevur við tíðini funnið sítt egna úttrykk. Við tí sera karismatiska Ludvíg Breckmann við mikrofonina, og nokk tí gávuríkasta unga tónleikaforritaranum Brynjolfi á Heygum handan programeringsknøttarnar og við ljómborðið, er eingin ivi um, at VB-húsið fer at gerast eitt pumpandi teknorokk ball.
Sic vóru sera tætt við at gerast besti bólkurin í The Global Battle Of The Bands her fyri, so tætt, at tað einans vóru nøkur fá stig millum Sic, Lama Sea og Marius, sum vann. Sic hevur nýliga verið á konsertferð í Íslandi og hevur verið sera virkin í heyst.
Síðan Sic skiftið út í manningini í vár, er bólkurin vorðin alsamt betur, og eru ein sannur veggur av deyðsmálmi. Dyrnar lata upp leygarkvøldið 3. desember kl. 23, um miðnáttarleitið byrjar konsertin.
Suðuroyingar eru tiltiknir fyri at vera góðir rokkáskoðarar, hetta sást dømi um, tá Sic og The Dreams spældu í TB-húsinum fyri nøkrum vikuskiftum síðan. So kvøldið verður ivaleyst gott.