Ein deyðlisti, har mælt verður til at drepa navngivnar danskar politikarar, er í umferð á internetinum. Danski forsætisráðharrin Lars Løkke Rasmussen stendur á listanum saman við fólkatingslimum, teimum kongaligu og kendum fólki annars.
Útvarpsrásin P1 hjá Danmarks Radio endurgav í dag burtur úr listanum, sum hevur ligið á fleiri heimasíðum við jihadistiskum innihaldi. Á listanum verða adressurnar hjá teimum navngivnu politikarunum uppgivnar.
Í Fólkatinginum eru tey ovfarin av, at ókend fólk hava gjørt slíkan lista og hava sent hann í umferð.
– Hetta er eitt andstyggiligt mál, sum eg taki sera alvorliga, og eg ætli mær at finna út av, hvat hetta í veruleikanum snýr seg um, sigur Pia Kjærsgaard, forkvinna í Fólkatinginum, við DR.
Hon sigur seg vænta, at danska trygdarløgreglan PET hevur tamarhald á støðuni, so tað ikki endar við veruligum álopum á danskar politikarar.
Tað hevur ikki lukkast DR at fáa viðmerkingar frá PET um málið.