Deyðsliðini í Argentina verða nú avdúkað

Amerikanska uttanríkisráðið almannakunngjørdi í gjár skjøl, sum prógva harðrendu framferðina hjá hernaðarstýrinum, sum ráddi í Argentina frá 1976 til 1983

ARGENTINA

Tað var fyrrverandi amerikanski uttanríkisráðharrin, Madeleine Albright, sum undir einari vitjan í Argentina lovaði at útvega øll skjøl, sum kundu avdúka ta sera harðrentu framferðina, sum argentinska hernaðarstýrið nýtti ímóti politiskum andstøðufólki í árunum frá 1976 til 1983.
Í gjár helt uttanríkisráðið í Washington lyftið hennara og almannakunngjørdi 4.677 skjøl, sum snúgva seg um brot á mannarættindini í Argentina undir hernaðarstýrinum.
Ein serlig nevnd hjá amerikanska skjalasavninum hevur kannað skjølini, ið m. a. vísa, hvussu tað serliga deyðsliðið hjá hernaðarstýrinum, Deild 601, var skipað. Skjølini avdúka, at leiðslan í deyðsdeildini hevði beinleiðis samband við táverandi argentinska forsetan, Leopolde Galtieri.
Galtieri varð tikin fyri trimum mánaðum síðani og skuldsettur fyri brot á altjóða mannarættindini. M.a. er hann skuldsettur fyri at hava givið Deild 601 boð um at burturflyta andstøðufólk undir einum átaki, sum forsetin setti í verk í 1976. Tey næstu árini vórðu fleiri túsund argentinar settir í fongsul, píndir og síðani myrdir, meðan onnur hvurvu.
Amerikanska sendistovan í Argentina fór undir at skráseta framferðina hjá hernaðarstýrinum longu í 1977, og sagt verður, at í skjølunum verða meiri enn 10.000 brot á mannarættindini umrødd.
Millum teirra, sum hernaðarstýrið beindi fyri, vóru fakfelagsleiðarar, prestar, mannarættindafólk, vísindamenn, læknar og leiðarar í teimum politisku andstøðuflokkunum. Óheftir bólkar vilja vera við, at umleið 20.000 fólk vórðu fyribeind tey sjey árini, hernaðarstýrið sat við valdið.