at læknar skulu fáa loyvi at veita fólki deyðshjálp. Frammanundan hevur grannalandið Niðurlond gjørt deyðahjálp lógliga.
Belgiska stjórnin samtykti fyri nøkrum døgum síðani um tær neyðugu broytingarnar í verandi lóg. Samstundis hevur stjórnin gjørt av, at ein serlig nevnd skal halda eygað við, at reglurnar verða hildnar. Sambært reglunum skulu læknarnir útfylla eitt spurnarblað, hvørja ferð teir geva deyðshjálp.
Belgiska tjóðartingið samtykti longu í mai at loyva deyðshjálp. 86 tinglimir atkvøddu fyri og 51 ímóti. Ein meiningakanning í síðstu viku vísti, at 72 prosent av fólkinum taka undir við nýggju lógini.