Deyðsalgan dripið laks fyri 620 norskar miljónir

- Hetta er ein vanlukka fyri øll tey, sum eru rakt. Øll vinnan noyðist at standa saman og hjálpa til, har tað letur seg gera.

 

 

Fyribilstøl hjá norsku fiskivinnuumsitingini vísa, at fleiri enn 10.000 tons av alilaksi eru deyð orsakað av herviligu algublómingini í Nordland og Troms. Men, algutrupulleikin er ikki av enn, sigur umsitingin í einari fráboðan seinnapartin týsdagin.

Tá roknað verður við einum kiloprísi á 62 krónur, er talan higartil um, at virðir fyri umleið 620 norskar miljónir eru farin fyri skeyti av eitrandi algunum, sum seta seg á táknurnar á fiskinum, sum síðan kvalist.

Í norskum miðlum verður talað um "deyðsalguna", og norski Havgranskingarstovnurin vísir á, at talan er um algu av slagnum "chrysochromulina leadbeateri". Algan er eitt plantuæti, sum er vanlig við strendurnar í Noregi.

- Hetta er heldur ikki fyrstu ferð, at algan er orsøk til laksadeyða. Ein størri blóming av hesi algu var eisini í mai og juni í 1991, og síðan var ein minni blóming av alguni í mai í 2008, skrivar norska heimasíðan www.sysla.no

- Í Troms vóru týsdagin ikki fráboðanir um veksandi deyðatíttleika av laksi, men í Nordland og í Ofoten-økinum er framvegis talan um veksandi algublóming. Vit fara at gera eina nýggja meting av støðuni næstu tímarnar.

Tað sigur granskarin, Lars-Johan Naustvoll, við www.sysla.no seinnapartin týsdagin.

Hann legði aftrat, at vandi er framvegis fyri algublóming og spreiðing vestur eftir móti innaru síðu av Lofoten, sum granskarin tók til.

Lars-Johan Naustvoll heldur, at vandin fyri, at algurnar fara at spreiða seg longu suður eftir er lítil, og hann vísir á, at algutrupulleikin er eitt fyribrigdi, sum í fyrsta lagi er knýtt at regiónini, har algan nú hevur gjørt um seg.

Týsdagin boðaði reiðaríið Hav Line frá, at tey fara at senda sláturskipið Norwegian Gannet til Norðurnoregi at bjarga virðum undan algudeyða.

- Hetta er ein vanlukka fyri øll tey, sum eru rakt. Øll vinnan noyðist at standa saman og hjálpa til, har tað letur seg gera. Vit vóna, at Norwegian Gannet kann gera mun, sigur stjórin í Hav Line, Carl-Erik Arnesen, í einari fráboðan týsdagin.

Hann vísir á, at undir slíkum umstøðum hevur laksurin, sum er í nótunum, ongastaðni at fara, men sigur, at Norwegian Gannet kann slakta 60 tons av laksi um tíman úti í aliøkinum. 

- Eg vóni, at alarar kunnu fáa livandi fiskin úr nótunum, soleiðis at virðir kunnu bjargast við at senda fiskin á marknaðin, sigur stjórin í Hav Line, Carl-Erik Arnesen.

Sunnudagin vóru fýra alibrúk í Noregi rakt av "deyðsalguni", og mánadagin vórðu tvey alibrúk rakt aftrat.