Fyri ellivu árum síðani hvarv amerikanska kvinnan Brenda Heist, eftir at hon hevði koyrt børnini í skúla.
Fyri trimum árum síðani fekk maðurin myndugleikarnar at staðfesta, at konan var deyð, men nú er hon komin afturíaftur - á lívi, skrivar Sky News. Sagt verður, at kvinnan, sum nú er 53 ára gomul, kom til løgregluna í Key Largo í Florida nú um dagarnar og segði, hvør hon var.
Brenda Heist hevur greitt løgregluni frá, at hon hevur búð í tjaldlegum har suðuri í Florida síðani 2002. Hon livdi av at átaka sær ymiskt fyrifallandi arbeiði og mati, sum hon fann uttan fyri matstovur, ið selja skundmat.










