Deyðir amerikanarar hava valrætt

Tá forsetaval verður í USA tann 6. november í ár, hava 1,8 millión fólk atkvøðurætt, sjálvt um tey eru deyð. Amerikanska skipanin er soleiðis háttað, at fólk skulu vera skrásett fyri at kunna atkvøða, og tað eru minni enn so øll, sum verða strikað úr skrásetingini, tá tey doyggja.

Ein frágreiðing hjá Pew Center on the States vísir, at hetta er ikki tann einasti trupulleikin við veljaraskrásetingini. Sagt verður, at 24 milliónir skrásetingar eru ógildugar, og at meiri enn 2,7 milliónir veljarar standa skrásettir í meiri enn einum stati og kunnu tí atkvøða meiri enn einaferð.

Hildið verður, at 51 milliónir amerikanarar hava rætt til at fara á val, men sum ikki hava skrásett seg.