Deyðin ávirkar botnlinjuna

Doyr stjórin, ella missur hann ein av næstringum sínum, gongur tað hart útyvir fyritøkuna. Hetta vísa nýggj granskingarúrslit. Um ovasti stjórin doyr, ella viðkomandi missir ein hjúnafelaga ella eitt barn, gongur tað harðliga útyvir úrslitið hjá fyritøkuni. Hetta sigur Vinnuhúsið, vísandi til grein í Børsen Executive.

Miðal danska fyritøkan missir tað, sum svarar til alt yvirskotið seinastu trý-fýra árini, tá stjórin óvæntað doyr, ella hjúnafelagi ella barn hansara doyr. Tað hevur lítlan týdning fyri yvirskotið, um verforeldur ella onnur í familjuni doyggja.

Hetta vísir ein umfatandi kanning av familjuviðurskiftunum hjá ovastu stjórunum í øllum donskum fyritøkum, harav 7.000 teirra upplivdu deyðsfall í ovastu leiðsluni.

Úrslitið kemur óvart á granskararnar. Lutvíst tí at ovastu stjórarnir ofta sýnast óávirkaðir av broytingum í privatlívinum, og lutvíst tí at granskararnir hildu, at inntøkan hjá fyritøkuni ikki er so nær tengd at stjóranum, sum hon í veruleikanum er.

- Vit hildu, at ovastu stjórarnir vóru bara kransakøkufigurar, men tað eru teir avgjørt ikki. Tá teir eru væl fyri, hava teir eitt serstakliga stórt virði fyri fyritøkuna og eigararnar, sigur granskarin handan verkætlanina, Morten Bennedsen, professari á Copenhagen Business School.