Markus sigur eisini frá Pínslusøguni, sum Niels Vigild, sjónleikari, líkasum metir sum ein heilan part fyri seg.
Øll kenna vit hesa søguna, sum lýsir menniskjað so væl, at tað verður ikki gjørt betri.
Maktgirnd, svikaráð, erpni og ræðsla. Alt er har.
Granskarar hava kannað, hvussu alt hetta er farið fram, sæð við nútímans eygum. Og tað hevur verið ræðuligt.
Eftir at ein persónur varð krossfestur, gingu oftast millum tríggir tímar og heilt upp í fýra dagar, til hann doyði. Av og á brutu hermenninir lærbeinini á tí krossfesta fyri at fáa hann at søkka saman, so hann kvaldist og doyði skjótari.
Men Jesus doyði longu níggju tímar eftir, at hann varð krossfestur, so á honum brutu teir ikki beinini.
Tá tann krossfesti hevði hingið eina tíð, plagdu hermenninir at stinga í hann við einum spjóti fyri at vita, um hann var deyður.
Tá teir stungu Jesus, var hann longu deyður, og har rann blóð og vatn úr.
Á okkara døgum eru fólk farin at lata seg krossfesta fyri líkasum at identifisera seg við Jesu líðingar.
Nógvar meiningar eru um, hussu rætt og kristiligt tað er, og ringt verður helst at fáa øll at góðtaka slíkt.
Kent er, at nógvar religiónir dyrka tann líðandi gudin. Men ongastaðni hevur Pínslusøgan slíkt pláss í guðsdyrkanini hjá teimum kristnu.
Og nútíðar granskarar kunnu bara staðfesta, at við teirri viðferð, Jesus fekk, er eingin ivi um, at hann veruliga doyði á krossinum. Har var stutt og greitt eingin annar møguleiki, soleiðis sum hann varð viðfarin og píndur tímarnar frammanundan.
Ræðslan byrjar í Getsemane, har vit lesa, at Jesus sveittaði blóð.
Og eingin ivi er um, siga granskarar, at tað ber til, hóast hetta kann tykjast onkrum eitt sindur avgjørt.
Men víst verður á, at tað finst sjúka, sum ger, at persónurin kann sveitta blóð, tá hann rættiliga verður strongdur. Og at Jesus var strongdur er eingin ivi um. Lukas sigur frá, hvussu ræðslusligin hann var fyri tí, hann visti fór at henda.
Tað, sum hendir, siga granskarar, er, at húðin er so tunn, at blóð setir út saman við sveittanum.
Og eftir, at Jesus var tikin, versnaði støðan skjótt og álvarsliga.
Hann var jú uppi móti kreftum, sum sóu hann sum eina sera stóra hóttan móti teirra verðsliga valdi, hóast teir gingu fyri at vera andaligir leiðarar. Hann skuldi so fyri einhvønn prís ruddast av vegnum. Og har var ein sera effektivur háttur at gera tað. Hann skuldi dømast til deyða. Landasvik og blasfemi kundu jú altíð brúkast, og vórðu tað eisini.
Men áðrenn tað kom so vítt sum til avrætting, varð maðurin lagdur undir tortur og píndur á slíkan hátt, at eingin vegur var uttan beinleiðis í deyðan. Og hetta varð alt gjørt í tráð við galdandi praksis tá. Jesus var einki eindømi í so máta.
Hann varð bukaður við serligum koyrli og lagdur undir sálarligan tortur, sum alt samalt gjørdi, at hann viknaði meira og meira. Svøvn fekk hann ongan, og blóðmissurin var øgiligur av teirri likamligu mishandlingini, honum var fyri.
So tá hann at enda var komin at hanga á krossinum, var hann so maktaður, at har var eingin annar vegur enn at doyggja.
Granskarar meta, at Jesus er deyður annaðhvørt av hjartasteðgi orsakað av tí torturi, honum var fyri, ella at hann er kvaldur, tí hann ikki orkaði at standa upprættur.
Men søgan endar ikki her. Tí triðja dagin reis Jesus uppaftur.
Her er tað, at tann góða søgan, Niels Vigild ferðast runt og fortelur, veruliga fær »poengið«.