Steintór Rasmussen, sum nú er aktuellur við triðju krimisøguni í bindiklubbarøðini, hevur seinastu tvey árini skrivað umleið túsund síður av krimiskaldskapi, men hugurin at skriva meira er framvegis til staðar.
Rithøvundin heldur, at hann hevur skrivað seg heitan, og mongu skrivitímarnir hava kenst hugaligir.
– Hóast tað liggja rættuliga nógvir tímar og hampuligt stríð í at skriva túsund síður av krimiskaldskapi, hevur gongdin hvørki verið keðilig ella møðislig, sigur Steintór Rasmussen í samrøðu við Sosialin í dag.
– Handlingin, plottið og persónarnir eru komnir til mín, tá ið eg havi sett meg við telduna. Og eg havi notið mangan løtuna. Tað hevur verið ólukksáliga spennandi, men til tíðir eisini hart og eitt sindur ræðandi. Hetta at skula endavenda samfelagnum og royna at koma inn um húðina á mínum høvuðspersónum. Og allatíðina royna at vera erligur og beinrakin í mínum lýsingum. Ja, og at skula skapa og taka lív. Tað er sum at ferðast inn í ein gudaheim. Men so minni eg meg sjálva á, at hetta er bara ein søga, sigur Steintór Rasmussen.
Hann tykist ivaleysur í, at hann er ikki liðugur at skriva krimisøgur.
– Eg fái neyvan steðgað nú. Deyðin er neyvan heilt liðugur at ganga í bindiklubb. So kanska ein ella tvær bøkur koma afturat, sigur hann.
Les longri samrøðu við Steintór Rasmussen í VikuskiftisSosialinum, sum kemur út í dag.









