-Tað var sum dómadagur, segði Fazal Alahi við CNN. Sjálvur hevði hann mist konuna, eina dóttur ein bróður, og nú sat hann einsamallur uttan fyri leivdirnar av húsunum. Tey rapaðu í tí harða jarðskjálvtanum. Konan og bróðurin doyðu. Dótturin fekk skaða, og tað eydnaðist Fazal at bera hana út í tún. Hann kvikaði sær at fáa hana á sjúkrahús. Á vegnum kom hann til býin Balakot, har umleið 20.000 fólk búðu. Men býurin var javnaður við jørðina, eisini sjúkrahúsið. Tann fjúrtan ára gamla dótturin fekk ikki hjálp. Hon doyði. Nú situr Fazal einsamallur eftir.
Lagnan hjá Fazal Alahi er bara ein av túsundtals lagnum, sum fóru í sor, tá tann ógvusligi jarðskjálvtin rakti stór øki í Pakistan, Afghanistan og India. Teir fyrstu tímarnar hildu myndugleikarnir, at umleið 2.000 fólk høvdu latið lív. Men skjótt kom talið upp á næstan 20.000, og í gjár segði pakistanski forsetin, Perves Musharaf, at talið er helst oman fyri 40.000. Hann legði afturat, at jarðskjálvtin er tann størsta vanlukkan í landsins søgu, og hann bað altjóða samfelagið um hjálp.
Jarðskjálvtin rakti serliga tann pakistanska partin av Kashmir meint. Har eru fleiri bygdir fullkomiliga javnaðar við jørðina, og pakistonsku myndugleikarnir søgdu í gjár, at nógv túsund fólk eru deyð har. Myndugleikarnir í India váttaðu, at í indiska partinum av Kashmir høvdu minst 656 fólk latið lív. Sambært teimum serkønu eru húsini í Kashmir yvirhøvur vánalig, og tí hevur skjálvtin kravt so mong mannalív har.
Í gjár royndu hermenn, løgreglumenn og bjargingarlið at leita eftir fólki, sum kundu vera á lívi undir húsatoftunum, men vónin um at finna fleiri á lívi minkaði, so hvørt sum tímarnir gingu. Sambært serfrøðingunum kunnu fólk liva einar tríggjar ella fýra dagar undir húsatoftum.
Fleiri lond, teirra millum Frakland og Turkaland, vóru skjót at senda bjargingarútgerð, men tað var trupult at fáa útgerðina fram, tí nógvastaðni høvdu skriðulop oyðilagt vegirnar. Talsmaðurin hjá ST-hjálparstovninum UNDAC segði í gjár, at enn vóru fleiri bygdir, sum bjargingarliðini ikki vóru sloppin til, og at tørvur var á fleiri tyrlum, sum kunnu flyta fólk og útgerð.
Milliónir heimleys
Reyði Krossur, sum hevur sent fólk og hjálparútgerð til tey raktu økini, roknar við, at fleiri milliónir fólk eru vorðin heimleys.
-Trupulleikarnir eru ovurstórir, og tey landafrøðiligu viðurskiftini gera, at tað er sera torført at útvega teimum neyðstøddu hjálp, segði leiðarin fyri hjálpararbeiðinum hjá Reyða Krossi, danin Jørgen Kristensen, í gjár. Hann segði seg rokna við, at fýra milliónir fólk eru vorðin heimleys av jarðskjálvtanum.