Deyðin á farstøðini er onnur bókin í røðini Vit báðir Vitri. Í røðini eru íalt 9 bøkur. Ingvar Ambjørnsen skrivaði, og Sjúrður Gullbein týddi úr norskum.
Hóast norskir ummælarar ivaðust í, um ikki Virgar og Vitri fóru at missa flogið eftir at fyrstu bøkurnar fingu avbera góð ummæli, so hevur høvundurin megnað at hildið bókmentaliga støðið - og spenningin.
Allar bøkurnar eru spennandi, men tað er ikki bara sjálv krimisøgan, ið ger tær lesiverdar. Høvundurin er sera samfelagsmedvitandi, og hvør bókin viðger ávís evni, t.d. rúsevni, umhvørvisdálking og eldáseting. Og sum allir sannir krimi-høvundar er hann ógvuliga neyvur í lýsingum sínum av umhvørvinum. Aftan fyri hvørja bók liggur stórt kanningararbeiði.
Fyri Vit báðir Vitri-bøkurnar hevur Ingvar Ambjørnsen fingið Cappelen-virðislønina, er komin á IBBYs Honour List, fingið Ungdommens bokpris, og harafturat valdi norska Bókhandlarafelagið hesa nýkommu bókina á føroyskum, Deyðin á farstøðini, at vera bestu barna- og ungdómsbókina í 80-árunum.
Deyðin á farstøðini er um, hvussu ymiskar mannalagnurnar eru, hvussu rúsevnini kunnu fáa fastatøkur, og hvørjar avleiðingar standast av hesum. Virgar og Vitri lesa í bløðunum, at køkurin á einum barnaheimi er knústur sundur, og at tað eru dreingir, sum búgva á heiminum, sum hava gjørt hetta. Virgar og Vitri vita við tað sama, at helst er vinur teirra Snoddi ein av illgerðarmonnunum. Men hví hava Snoddi og aðrir borið seg soleiðis at?
Virgar og Vitri gera av at finna sannleikan í hesum málinum. Í sama viðfangi hittir Virgar Lenu, og so verður alt so nógv øðrvísi! Men Virgar og Vitri bakka ikki, tá ið teir eru farnir at stríðast fyri tí, teir halda vera rætt.
Vit báðir Vitri, Deyðin á farstøðini, er umbrotin á Repro-Z, prentað á Einars Offsett, og heft hjá Helga Justinussen. Bókin er 161 síður og kostar 125 krónur.









