Deyðilig smitta í áum

Norskur granskari er komin fram til, at ILA-smittan er at finna í náttúruni, og tí er nærum vónleyst at sleppa heilt av við hana. Hetta fer at styrkja kravið hjá alarum at sleppa at koppseta ímóti ILA

ILALING
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo

Heilir firðir hava verið stongdir fyri aling í royndunum at basa ILA-smittuni. Tá ið smittan hevur víst seg hava boðini frá myndugleikunum til alarar verið, at teir skulu slakta alt og síðan lata fjørðin fáa frið og hvíla, til smittan er burtur.
Nú verður spurnartekn sett við, um tað er nóg mikið. Norski professarin við Institutt for fiskeri og marin biologi, Are Nylund, heldur seg hava avdúkað smittukelduna til ILA.
Are Nylund sigur, at smittan kemur frá villum sílum. Tíggju ár eftir, at hann fyrstu ferð fann smittuna og eftir kanningar í norskum áum í 2001 og 2002, er Nylund komin til ta niðurstøðu, at vill síl eru smittuberar av ILA, og at smittan hevur verið í náttúruni í langa tíð.
Sílini verða ikki sjúk av ILA, tí tey hava eina virus við frábrigdi. Men tá ið hon fer yvir í alilaksin hendir í nøkrum førum ein broyting í arvaeginleikunum, og broytta virussið er bæði smittandi og deyðiligt. Í einum alibrúki breiðir smittan seg skjótt.
Alarar hava leingi biðið um loyvi at koppseta ímóti ILA, men ES hevur higartil sagt kortanei. Málið hjá ES er at útrudda sjúkuna. Eru niðurstøðurnar hjá Are Nylund eftirfarandi er stríðið ímóti ILA til fánýtis, tí sjúkan fer at koma afturíaftur frá náttúrligu smittukelduni. Óivað fara nýggju vísindaligu úrslitini at birta uppundir uppaftur størri kravi um at sleppa at koppseta ímóti ILA.