Deyðbóltarnir tóku lívið av gestunum

Michal Przybylski var tvífaldur málskjútti, tá ið B36 vann ímóti EB/Streymi, sum inntil stutt fyri leiklok tevjaði stig

Eftir tvey tap kom B36 í kvøld aftur á rætta kós, tá ið tað í Gundadali endaði við 4-1 sigri ímóti EB/Streymi.

Hóast heimaliðið hevði bóltin størsta partin av tíðini, so vóru uppløgdu málmøguleikarnir ikki so nógvir í fyrra hálvleiki, tá ið B36 skoraðoi tvey mál.

Í báðum førum var tað í sambandi við fríspark.

Eftir eitt stórt korter stútaði Sebastian Pingel bóltin í málið eftir fríspark úr høgru frá Árna Frederiksberg, og tá ið tað restaðu fýra minuttir var tað Michal Przybylski, sum var púra leysur mitt fyri, tá ið hann við høvdinum sendi bóltin í málið eftir fríspark úr vinstru frá Stefan Radosavljevic.

-Andras Olsen var ikki í miðverjuni hjá teimum. Tí vóru okkara menn í teirra brotsteigin nakrar sentimetrar hægri enn mótstøðumenninir, og tað bar tvey mál við sær, sigur Árni Frederiksberg, sum saman við liðfeløgunum harmast um, at Ragnar Samuelsen longu í fyrra hálvleiki noyddist skaddur av vøllinum.

-Nú eru teir flestu, sum plaga at vera í verjuni, skaddir, men tíbetur vísti tað seg, at aðrir kundu taka óvandar leiklutir á seg, sigur Árni Frederiksberg, sum endaði á vinstra vongverja, meðan Stefan Radosavljevic endaði í miðverjuni.

Fimm minuttir eftir steðgin økti Michal Przybylski til 3-0, tá ið hann stýrdi bóltin í málið, eftir at Meinhard E. Olsen hevði lagt innfyri úr vinstru.

EB/Streymavenjarin Jákup Martin Joensen ásannar, at B36 hevur eitt væl betri lið enn EB/Streymur, men hann harmast kortini um, at tað ikki eydnaðist hansara monnum at vinna stig í Gundadali í kvøld:

-Teir høvdu hálvanannan málmøguleika í fyrra hálvleiki, og teir skoraðu tvey mál. Vit minkaðu um munin til 3-1, tá ið tað restaðu 21 minuttir. Uppspælið í høgru var fínt, og Símun Sólheim var púra leysur við handara stólpa, tá ið hann eftir fríspæling frá Magnusi Jarnskor skoraði. Tá høvdu vit fatur í rætta endanum. Arnbjørn Hansen varð settur inn, tá ið tað restaðu nakrir minuttir. Um hann hevði skorað, so kundi tað verið heilt spennandi síðstu løtuna. Í staðin var tað B36, sum sektaði okkum, tá ið vit løgdu nógv fyri í álopinum, sigur EB/Streyma venjarin.

Meinhard E. Olsen økti til 4-1 í næstsíðsta minutti. Verjan royndi at varpa bóltin burtur. Hann datt fyri føturnar á Meinhardi, sum úr vinstru sendi bóltin í handara síðunetið.

 

https://www.in.fo/myndasavn/

B36 – EB/Streymur 4-1 (2-0)

1-0: Sebastian Pingel 16.

2-0: Michal Przybylski 41.

3-0: Michal Przybylski 50.

3-1: Símun Sólheim 69.

4-1: Meinhard E. Olsen 89.

Dómari: Kári J. á Høvdanum

B36: Rói Mørk Hentze – Benjamin Heinesen, Andreas H. Eriksen, Erlendur Magnusson (Hannes Agnarsson, 73.), Ragnar Samuelsen (Magnus Holm Jacobsen, 24.) – Eli Falkvard Nielsen (Brian Jakobsen, 60.), Stefan Radosavljevic, Michal Przybylski – Árni Frederiksberg, Sebastian Pingel, Meinhard E. Olsen

 Gult kort:: Meinhard E. Olsen, Magnus Holm Jacobsen

Venjari: Jákup á Borg

EB/Streymur: Rói Zachariasen – Mikkjal Hellisá, Petur Zachariasen, Árni G. Olsen, Ragnar B. Danielsen – Niklas Kruse, Magnus Jarnskor (Arnbjørn Hansen, 85.), Fannhard Skoradal (Høgni Hummeland, 68.), Rói Olsen, Símun Sólheim – Gutti Dahl-Olsen (Magnus Heinason, 71.)

Gult kort: eingin

Venjari: Jákup Martin Joensen