Deyðbóltarnir sendu NSÍ úr steypakappingini

Løgmanssteypið: Gøtumenn skoraðu tríggjar ferðir í fyrra umfarinum, og so bundu teir fyri

Søgan endurtekur seg. Tað er ein veruleiki, og sunnudagurin í Sarpigerði var ein staðfesting av, at søgan ikki nýtist at vera so gomul fyri at endurtaka seg.

Í landskappingardystinum dýra biðjudag kostaðu deyðbóltarnir NSÍ øll stigini móti GÍ. Tá NSÍ sunnudagin fór um Gøtueið til enn eina ferð at stríðast móti grannunum ? hesa ferð í steypakappingini ? høvdu teir bæði tosað um og gjørt nakað ítøkiligt fyri at byrgja uppfyri, at deyðu bóltarnir aftur skuldu kosta nógv, men tað hjálpti lítið ella rættari sagt einki.

Trygvi Mortensen hevði staðiliga mint sínar spælarar á og arbeitt við teimum fyri at sleppa undan óhepnu støðunum, og hann hevði valt at seta Ólav Højgaard í málið, men úrslitið var tað sama.

GÍ skoraði trý mál í 1. hálvleiki, og tvey tey fyrru komu eftir deyðbóltsstøður.

Fríggjadagin og sunnudagin kendist tað næstan sum at GÍ fekk eins stóran møguleika sum brotsspark, tá teir høvdu hornaspark og fríspark í borðunum.

24 minuttir vóru farnir, tá teir settu hol á. Pauli Jarnskor sendi hornaspark úr vinstru og yvir um handara stólpa, har Pól Ennigarð, sum hesa ferð var miðverji, sendi innfyri aftur. Eitt sindur av aftur og fram stóðst av, og Martin Thomsen, sum var í miðverjuni saman við Pól Ennigarð, átti síðsta fótin á. NSÍ vildi hava fríspark, tí teir mettu, at verjumaðurin hevði skumpað fleiri mótstøðumenn burtur, men dómarin lætst ikki um vón.

Í 29. minutti økti GÍ til 2?0, og aftur var talan um deyðbóltsstøðu. Súni Olsen, sum var komin fyri seg eftir skaðan, og sum hesa ferð var hollur sentralur miðvallari, sendi ferðmikið fríspark innfyri úr høgru, Ólavur Højgaard fór úr málinum, men ikki fatur á bóltinum, sum tók í høvdið á Mortani Hansen og fór í netið.

Og í 42. minutti staðfesti Henning Jarnskor sigurin. Helgi R. Petersen sendi góðan diagonalbólt í høgru til landsliðsmannin, sum var blankur og nóg kaldur at sneiða framvið einum mótstøðumanni, áðrenn hann sendi bóltin í kassan. 3?0 til GÍ, og so var einki at spæla um.


Neyðugar broytingar

At liðini høvdu spælt fríggjadagin og aftur spældu sunnudagin hevði við sær, at tað var neyðugt at gera fleiri broytingar, tí spælarar vóru ikki komnir fyri seg aftur.

Hjá GÍ var Rúni Justinussen burturfrá bæði fríggjadagin og sunnudagin. Jóan Petur Olsen var ikki tøkur sunnudagin. Súni Olsen megnaði væl uppgávuna á miðvøllinum, og Leivur Hansen var drúgvur á vongverjanum í vinstru í báðum dystunum.

NSÍ stórsaknaði sunnudagin Arnfinn Langgaard, sum heldur ikki var við fríggjadagin, Djóna N. Joensen og Christian Høgna Jacobsen. Teir eru allir skaddir, og tað verður vónað í Runavík, at teir verða klárir, áðrenn teir sunnudagin skulu út á Toftir.



GÍ?NSÍ 3?0 (3?0)

1?0: Martin Thomsen 25.

2?0: sjálvmál 29.

3?0: Henning Jarnskor 42.


GÍ:

Sunvard Joensen ? Áslakur R. Petersen, Pól Ennigarð, Martin Thomsen, Leivur Hansen ? Magni Jarnskor, Súni Olsen, Pauli Jarnskor ? Henning Jarnskor, Óli Hansen, Helgi R. Petersen


NSÍ:

Ólavur Højgaard ? Brynjolvur Nielsen, Kári Hansen, Dánial Hansen, Sjúrður Jacobsen ? Gert Langgaard, Ian Højgaard, Jan Nónklett, Jónstein Petersen ? Sonni L. Petersen, Mortan Hansen