Súni Olsen skeyt flottasta málið í Fuglafirði í gjár, tá hann við beinleiðis frísparki úr 25 metra fjarstøðu sendi bóltin í málið handan Andras Gango. Eitt skot, sum Gango helst skuldi vart fyri.
- Gango stóð sum heild ein framúr dyst í gjár. Men skotið var hart, og tað tóktist sum royndi hann at boksa bóltin ella okkurt. Men tílíkt hendir fyri allar málverjar. Eg legði so eisini upp til málið hjá Andrias Lava Olsen, so tað gekk bara væl við deyðbóltunum í dag, sigur Súni Olsen.
Tit vóru væl betur við í seinna hálvleiki?
- Ja, eg haldi tað. Vit løgdu ikki serliga bragdliga fyri, men fingu betri tamarhald á í eftir steðgin. Vit stríddust meira og løgdu meira fyri í nærdystunum. Men tað var ein strævin dystur, har bæði liðini høvdu tørv á stigunum í hesu grannauppgerðini, sigur Súni Olsen.