Deyðbóltar avgjørdu við Margáir

Tá spælið riggar illa, so plaga deyðbóltar og tilvild at avgera. Hetta hendi við Margáir sunnudagin, tá EB/Streymur fekk tvey mál eftir hornaspørk í dystinum ímóti B68. Triðja málið í 3-0 sigrinum fekk Leif Niclasen, tá hann fyrst rak framvið fleiri leikarum og skeyt bóltin í málið handan vælleikandi Vlada Filopovic

Fótbóltur

 

Meistararnir hava tikið seg eitt vet frameftir, eftir seinasta umfar, tá teir taptu 1-0 ímóti HB í Gundadali. Ímóti B68 eydnaðist meistarunum at sigra, men í veruleikanum var tað ikki nakað flótandi spæl, sum syrgdi fyri sigrinum. Tvey tey fyrstu málini komu nevniliga eftir hornaspørk.

Tað fyrsta kom tá eitt korter var leikt. EB/Streymur fekk hornaspark í vinstru síðu hjá B68. Hans Pauli Samuelsen spældi bóltin út til Bárð Olsen, ið var staddur uttanfyri brotsteigin. Bárður royndi á skjóta, men tað var meira ein avlevering.

Pauli G. Hansen fekk bóltin at skifta kós. Vlada Filopovic megnaði at bjarga, men misti bóltin aftur. Levi Hanssen kom til, og legði bóltin í netið.

Næsta málið somuleiðis eftir hornaspark. Einir 20 minuttir vóru eftir av dystinum, tá hornaspark skuldu skjótast úr sama stað. Alex Dos Santos var settur at skjóta, og legði bóltin væl innfyri.

Arnbjørn Hansen hevði havt onkran møguleika í dystinum, men onki var komið burturúr, fyrr enn hetta hornasparkið.

Hann kom nevniliga sníkjandi inn ímóti handaru stong, har ongin legði merki til kollfirðingin, sum tí varð hægstur og stútaði bóltin inn í málið, handan Vlada Filopovic.

 

Frískur og útskiftur

Ivi hevur verið seinastu vikuna, um toppskorarin í fjør fór at spæla sunnudagin. Tá liðini komu á vøllin var hann millum teir fyrstu ellivu hjá EB/Streymi.

Við sínum eyðkenda spæli, við sera lítlari renning gekk hann og mól millum verjuleikararnar hjá B68. Hann fekk eisini nakrar møguleikar, og longu eftir fimm minuttir var Arnbjørn Hansen púra leysur innanfyri verjuna hjá B68. Tað sá út sum, at B68 leikararnir hildu hann vera rangstaddan, men tað helt linjuverjin ikki, og tí kundi hann púra ópressaður royna at skjóta bóltin í málið.

Hetta ætlaði Vlada Filopovic ikki, og einsamallur ímóti Arnbirni Hansen, stóð hann so leingi sum gjørligt, áðrenn hann kastaði seg niður og fekk bjargað.

Lítla løtu seinni hevði Arnbjørn Hansen ein annan møguleika, tá hann gjørdist hægstur til eitt innlegg, sum hann skallaði á yvirleggjaran.

Síðani datt hann spakuliga úr dystinum, líka til hann fekk málið til 2-0, sum staðfestir, at kollfirðingurin altíð er vandamikil, hóast hann í løtuni ikki er líka gandaður, sum hann var í fjør.

Stutt eftir málið varð Arnbjørn Hansen útskiftur, so skaðin hjá honum er helst ikki heilt burtur enn.

 

Vlada bestur

Líka sum hjá EB/Streymi, hevði B68 torført við at spæla. Liðið stóð væl, og tað sá út til at vera rímiligt skil á verjupartinum í fyrra hálvleiki. Hetta hevði somuleiðis við sær, at Ameth Keita var sera einsamallur í álopinum, og lítið fekk gjørt ímóti verjuni hjá EB/Streymi.

Tó so, hevði B68 nøkur langskot, sum serliga Øssur Hansen og André Olsen tóku sær av. Onki av hesum gjørdist tó heilt vandamikil.

Í seinna hálvleiki valdi B68 at satsa meira, og hetta merkti, at Jóan Símun Edmundson fór av miðjuni í álopið, og at Øssur Hansen varð fluttur niðan á vongin.

Hetta skapti møguleikar í hinum endanum, men tað sá út at ganga væl.

Vlada Filopovic var nevniliga ein sera tryggur seinasti skansi. EB/Streymur fekk rættiliga nógvar møguleikar og staðfestast kann, at málverjin ikki hevði skuldina av tapinum, tí hann tók tað mesta. Harímillum var hann tríggjar ferðir einsamallur ímóti møtstøðuleikarum, og megnaði at vinna bóltin.

Málunum kundi hann ikki fyribyrgt, tí í samband við fyrsta málið skuldi verjan verið meira vakin. Til næsta málið var hann prísgivin, tí maðurin, ið átti at hava Arnbjørn svav, og triðja málið kundi hann ógjørligt taka.