Krabbameinsfelagið arbeiðir miðvíst uppá at betra umstøðurnar hjá krabbameinsraktum menniskjum. Eitt nú veitur felagið sálarfrøðiligar samrøður til tey, sum hava fingið krabbamein. Tann sálarligi parturin er umráðandi hjá allari familjuni, og stuðulsbólkar eru stovnaðir, so ymiskir krabbasjúklingar kunnu hitta hvønnannan.
Krabbameinsfeløg eru lokomotiv fyri nýggjari menning, stremban og eru við at fíggja bæði gransking innan fyribyrging, kurativari viðgerð og linnandi viðgerð. Jansy Gaardlykke kemur sum leiðari í samband við nógvar sjúklingar og hevur innlit í teir djúpu trupuleikarnar, sum umstøðurnar kunnu skapa.
- Viðgerð og umsorgan steðgar ikki fyri tað, um eitt menniskja ikki longur kann gerast fríkst av krabbameini. Við palliativari (linnandi, men ikki lekjandi) viðgerð og umsorgan kunnu vit gera so øgiliga nógv fyri sjúklingin innan stuðul og pínulinnan. Eisini kunnu vit hugsa um andaliga og sálarliga støðu, sosiala støðu og at veita serhjálp, so lívsgóðskan hóast alt kann gerast so góð sum møguligt til tað síðsta.
-Viðgerðar- og røktarstarvsfólk á sjúkrahúsum og heimarøktini gera eitt stórt arbeiði fyri, at krabbameinssjúklingurin fær bestu viðgerð og røkt. Tó eiga vit ikki at steðga upp, men mugu altíð hyggja frameftir fyri at vita, um tað er nakað, vit kunnu gera betri
Jansy Gaardlykke nevnir í hesum sambandi útbygging av røktarskipanina, so tey menniskju ið ynskja at vera í egnum heimi, sleppa hetta.
- Og á sjúkrahúsinum kunnu vit geva opna innlegging og samarbeiða við heimarøktina her. Eisini er umráðandim, at øll viðurskifti eru skipaði í eina samanhangandi gongd, líka til deyðin kemur. Her er umráðandi, at vit ikki steingja sjúkradeildir í vikuskiftinum og í frítíðini, soleiðis at hesi menniskju verða koyrd út í ótryggleika og ikki hava kontaktpersónar. Eisini má sjúklingurin hava eitt ávíst tilhoyri til eina ávísa deild, so yvirlitið verður varðveitt, sigur Jansy Gaardlykke.
Neyðugt við útbúgving
Í dag er ongin onkologur – sum er serlækni í krabbameinssjúkum – í Føroyum, men í 2006 var peningur játtaður til hetta endamál. Higartil hava serfrøðingar frá Danmark vitja á krabbameinsambulatoriinum á Landssjúkrahúsinum nakrar ferðir árliga, til tess at hava eftirlit við viðgerðini har og læra starvsfólk upp.
- Høvdu vit havt egnan krabbameinslækna í Føroyum, hevði krabbameinsviðgerðin verið meira skipað og tryggari fyri hvønn einstakan sjúkling, tí servitanin var á staðnum hvønn dag. Eisini hevði palliatiónin – tann linnandi viðgerðin – verið betri. Ein krabbameinssjúklingur, sum er í viðgerð ella hevur tørv á palliatión, hevur ofta nógv ymisk symptomir, alt eftir hvør sjúkan og viðgerðin er.
Jansy Gaardlykke vísir á, at tað krevur serliga vitan, innlit og serútbúgving at viðgerða og røkta.
- Men vit kunnu savna ta vitan, sum er, heldur enn at spjaða hana millum ambulatoriið og tær ymsu seingjardeildirnar, heldur hon.
Fimm sjúkrarøktarfrøðingar við serútbúgving starvast á onkoligiska (krabbameinsfrøði) ambulatoriinum í dag, men teir røkja ikki sjúklingarnar á seingjardeildunum. Øll mugu hava innlit í at veita umsorgan innan økið og mugu hava neyðuga útbúgving, eins og ein fyritreyt er at arbeiða saman tvørtur um faklig mørk .
Seingjardeild burturav
Jansy Gaardlykke greiðir frá, at tað besta og mest trygga fyri sjúklingin vildi verið at havt alt krabbameinsøkið undir einum. Bæði ambulatorium, seingjardeild og eina palliativa (linnandi) eind, har øll vitan um viðgerð, røkt og pínulinnan varð samlað á einum staði.
- Í dag verða krabbameinssjúklingar, sum krevja innlegging, spjaddir á ymsar deildir eftir til dømis viðgerð við kemoterapi. Hetta kann í summum førum vera óheppið, tí ymisir trupuleikar kunnu stinga seg upp og verða yvirsæddir, tí servitanin ikki er tøk á staðnum. Tí hevur tað alstóran týdning, at krabbameinsøkir í mesta mun verður samlaði undir einum til gagns fyri krabbameinssjúklingin. Tað er eisini umráðandi fyri sjúklingin og hansara avvarðandi at vita og kenna, at ymsu starvsfólkini hava innlit og vitan í sjúkugongdina, sigur Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari hjá Føroya Felag móti Krabbameini.
Fakta:
Jansy Gaardlykke er dagligur leiðari hjá Føroya Felag móti Krabbameini og er sjálv útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur. Sum einasta fastlønta starvsfólk hjá felagnum er Jansy Gaardlykke, saman við nevndini, miðdepil fyri og ígongdsetari av tiltøkum, sum menna felagið úteftir og samla felagið inneftir móti limunum. Hon hevur saman við nevndini í felagnum skipað fyri hópin av tiltøkum fyri krabbameinssjúklingum, teirra avvarandi og øðrum fyri at fáa nýggja vitan til Føroya til gagns fyri tey einstøku raktu. Eisini hevur hon luttikið við grein í fakblaði um palliatión, sum er linnandi viðgerð- og umsorgan til doyggjandi.









